Aftaná ónøgd um stongdar dyr: Nú letur kommuna hallirnar upp

Tað riggaði hjá fólkinum at gera vart við sína ónøgd. Hallirnar í Tórshavnar kommunu fara nú at hava opið longur

Seinastu dagarnar hevur nógv kjak verið á netinum um, hvørt ítróttahallir eiga at hava opið um dagarnar ella ikki.

 

Ein pápi legði eina mynd út, har nakrir dreingir komu til stongdar dyr í høllini í Hoyvík. Tað fekk nógvar reaktiónir, og generelt var niðurstøðan hjá fólki, at tey ikki skiltu, hví børn ikki sleppa inn at spæla hondbólt, sparka ella annað - uttan fyri vanligar venjingartíðir.

 

Tú hevur Tórshavnar kommuna so tikið avgerð um at lata ítróttahallir upp frá klokkan 7 á morgni til midnátt allar dagar í vikuni.

 

Hesum boðar kommunan frá í dag.

 

– Talan er um royndarverkætlan til nýggjárs, og sum fevnir um høllina á Hálsi, Gundadalshøllina, Hoyvíkshøllina og høllina í Kollafirði.

 

Fyribils verða ítróttahallirnar í skúlanum á Argjahamri og skúlanum á Fløtum ikki við í skipanini, tí har krevjast onnur atkomuviðurskifti enn tey verandi. Arbeitt verður við hesum.

 

– Sjálvandi skal ungdómur kunna brúka tøkar tímar í hallunum til frítt spæl. Eydnast royndarverkætlanin væl, so er ætlanin, at hallirnar framyvir bert eru stongdar 3 vikur um summarið, tá umvælingar skulu gerast, umframt ávísar heiligdagar, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

 

Skúlar, frítíðarskúlar og dagstovnar brúka vanliga hallirnar gerandisdagar í skúlatíð. Síðani er skipað ítróttavirksemi, tað vil siga venjingar og kappingar, til kl. 22 og stundum til kl. 23, eisini í vikuskiftinum.

 

Men tað eru eisini nøkur glopp til frítt spæl, og nú verður so upplatingartíðin eisini longd til kl. 24.

 

Í hesum sambandi verða kunningarskíggjar settir upp í hallunum, so at til ber at síggja, hvørjar tíðir eru tøkar tann dagin. Á heimasíðuni itrott.fo ber eisini til at síggja tíðirnar fyri hvørja einstaka høll.

 

Heðin Mortensen sigur, at hann hevur fult álit á ungdóminum og at tey fara væl um. Endamálið er bæði at skapa trivna og at fría spælið kann eggja fleiri til at menna seg enn meir í teirra ítrótti. Tað verður tí spennandi at eftirmeta gongdina, tá komið verður inn í desember, sigur borgarstjórin at enda.