AFS-studentarnir til Íslands

- Endamálið við AFS er, at studentarnir seta seg inn í samfelagið, teir eru ein partur av í eitt ár. Men Føroyar eru lítlar og flestu teirra, ið koma hendavegin, vilja síggja seg um. Tí fara vit til Íslands, sigur Elisabeth Holm, ið er forkvinna í AFS-Føroyar

Í dag fara AFS-skiftisstudentarnir, ið hetta skúlaárið eru í Føroyum, til Íslands at ferðast í fimm dagar. Í tí sambandi hava teir savnað pengar inn. Leygardagin høvdu teir køkutombola í matvøruhandlinum Hjá Eli við Landavegin í Havn. Fitt av peningi kom inn, og saman við hinum tiltøkunum, næmingarnir hava skipað fyri, verður tað eitt íkast til ferðina.

- Endamálið við AFS er, at studentarnir seta seg inn í samfelagið, teir eru ein partur av í eitt ár. Men Føroyar eru lítlar og flestu teirra, ið koma hendavegin, vilja fegin síggja seg um. Uttanlandsferðin er ikki fastur táttur í skránni hjá okkum, men vit skipa fyri ferðini sum nakað eyka. Í fjør vitjaðu studentarnir í Hetlandi og í ár verður tað so Ísland, sigur Elisabeth Holm, ið er forkvinna í AFS-Føroyar.

Íslandsferðin hjá AFS-studentunum og ferðaleiðarunum Elisabeth Holm og Beintu Joensen verður samstundis eitt høvi at fáa í lag samstarv við íslendingar. AFS-Føroyar er partur av danska felagnum, ið hevur nøkur og 50 lokal-feløg, meðan Ísland hevur sjálvstøðuga umboðan.

- Íslendingar hava lagt eina góða skrá fyri okkara vitjan. Teir hava eisini útvegað næmingunum vertsfamiljur á tann hátt, at til dømis studenturin úr Turkalandi gistir hjá eini familju, hvørs sonur ella dóttir er skiftisstudentur í Turkalandi, sigur Elisabeth Holm.


Húsrúm og hjartarúm

AFS-Føroyar tekur á hvørjum ári ímóti seks skiftisstudentum. Studentarnir, ið eru í Føroyum í ár, eru fýra gentur og tveir dreingir, og tey koma úr Turkalandi, USA, Italia, Australia, Brasilia og Thailandi. Tað stendur á at útvega nóg mikið av vertsfamiljum, og tað er ein afturvendandi trupulleiki.

- Ein og hvør kann hýsa einum skiftisstudenti í eitt ár. Einki verður kravt av viðkomandi uttan húsrúm og hjartarúm, sigur Elisabeth Holm.

Í ár eru seks føroyingar úti í heimi sum skiftisstudentar ígjøgnum AFS. Tað er væl minni enn onnur ár, tá einir 15 føroyingar fara út. Flestu teirra fara til Suðuramerika, USA, Frakland og Spania.