Afro tema til børnini á G!

Í dag er nógv á skránni til børnini á G! Festivalinum, og í ár hava tey eitt afro tema.

 

Endamálið er at bjóða spennandi, mennandi og stuttlig tiltökum til börnini. Í fjör vóru tvær ymsar tíðaröldir blandaðar saman, nútíð og víkingaöld, men í ár verður temaið ymsar mentanir blandaðar saman.

 

Stöðið verður tikið í Föroyum og Afrika. Hvussu hvussu eitt afrikanskt barna- og familjutiltak sæð út? Tað koma gestirnir at fáa eina fatan av við nógvum trummum, flottum klæðum, sögum og sangum. Eisini verður ein afrikanskur verkstaður, har möguleiki verður at flætta hár, gera afrikonsk armbond og royna afrikanskan mat.

 

Umframt afrikanska temaið verður ponyríðing, legendariska skattaveiðan, og ymsar framförslur m.a. ein poppkonsert við James Olsen og barnaprix vinnaranum Súsanna Kjærbek Poulsen.

 

Angela Petersen hevur seinastu 10 árini skipa fyri barnaskránni á G!

 

Barnskráin í dag:

 

Kl. 11.00 Verkstöð, har man kann gera afrikansk armbond, hárflætting og smakki royndir av afrikanskum mati

 

Kl. 12.00 Afrikanskt barnaundirhald, trummudansur, sögur og sangur.

 

Kl. 13.00 Barnaprix vinnarin 2012 Súsanna Kjærbæk Poulsen

 

Kl. 13.30 Pop konsert við James Olsen

 

Kl. 14.00 Tann stóra Skattaveiðan við m.a Kaptein Gardar

 

Kl. 14.00 Ponnyríðing 14.00-18.00