Afrikanska várið

Í morgin, 9. juli sær ein nýggj tjóð dagsins ljós á fyrsta sinni, tá fólkið í afrikanska landinum Suðursudan kann kalla hetta sítt nýggja heimland. Longur norðuri í stóra heimspartinum stríðast fólk við at fáa rættindi, sum í okkara heimsparti eru so sjálvsøgd. Tunis og Egyptaland eru í eini demokratiskari tilgongd, meðan ein í Libya framvegis berjist fyri tí sama. Ikki av ongum verður tosað um tað afrikanska várið.

Í Tunis og Egyptalandi er ætlanin er at skipa demokratisk val. Spurningurin er bert nær veljarin sleppur at siga sína hugsan um, hvat stýrið skal leiða land og fólk framyvir. Summi hava ynskt eitt val beinanvegin, soleiðis at ein nýggj stjórn kann fara til verka sum skjótast, meðan onnur vilja útseta tað eina tíð.

Hetta við tí fría valinum er ein spurningur, sum fólk er áhugað í. Tað prógvaðu mótmælisgongurnar sum vóru í báðum londum í mai mánaði. Fólkið vil ikki missa sítt momentum, og óttast tí fyri, at onkur skal fara avstað við kollveltingini, meðan onnur halda, at eitt ov brátt val kann forða teirri demokratisku tilgongdini. Fólkið hevur jú livað undir einum hernaðarstýri í samfull fimmti ár, og tí skal ein ávís umstilling og eitt ávíst tíðarbil til tess at kunna góðtaka ella fata ta nýggju støðuna. Tann størsti óttin man kortini vera hann, at valúrslitið ikki fer at verða virt og fólksins vilji ikki vera góðkendur.

Við fyribils stjórnum londunum kemur ein neyvan langt á leiðini, tí tær hava hvørki skrá ella nakra verkætlan at røkka. Tær hava tí tørv á einum vali, til tess at koma víðari, millum annað við at smíða eina nýggja grundlóg. Verða valini útsett, kann tað fáa fólk at ynskja seg aftur til eina tíð, tá stjórnin, hóast sínar demokratisku manglar, hóast alt umboðaði eitt stabilt stýri. Serfrøðingar meta, at verða valini útsett, kann tað føra til ruðuleika, ófrið og verkføll, soleiðis at fólk at enda geva upp hugsanina um fólkaræði.

Semja er tó um, at valini mugu haldast, tí tey eru at meta sum ein týdningarmikil hornasteinur í tilgongdini ímóti demokrati'i. Við slíkum valum verða vallógirnar betraðar, flokkarnir gerast betri skipaðir og miðlarnir fáa fleiri og fleiri royndir í arbeiðinum sum tann 4. statsmaktin.

Hesi fólkini kunnu kanska leggja sær orðini hjá Mahatma Gandhi í geyma, tá hann sigur: "Minnist til, at gjøgnum søguna hava sannleikans og kærleikans vegir altíð vunnið. Tað hava verið valdsharrar og drápsmenn, sum eitt tíðarskeið hava tykst vera ósigrandi. Men teir fella altíð at enda - minnist til tað, altíð!"

Í okkara parti av heiminum vita vita, hvat fólkaræði er. Og vit eiga eisini at seta prís uppá tað. Men latum okkum í hesum ikki gloyma tey, sum liva undir øðrvísi og verri umstøðum enn vit - í londum við harðskapi, einaræði og uttan sjálvsøgd mannarættindi. Vit sum kunnu siga frá, latum okkum siga frá á røttum staði.

Okkara ávirkan kann eisini gera mun, sjálvt í Libya, Tunis og Egyptalandi.