Í næstum koma tveir senegalesiskir spælarar til royndarvenjing hjá B68, annar miðvallarspælari og hin framherji. Hetta eru landsmenn hjá Keita og Ndende, sum hava roynst B68 sera væl, og sum báðir komu aftur á Toftir í gjár. Sambært heimasíðuna hjá Kringvarpinum kemur bara framherjin til Føroya fyrst, tí enn eru ikki øll tey neyðugu loyvini hjá hinum spælaranum komin upp á pláss.









