Afrika vil ikki handtaka Gaddafi

Londini í Afrikanska Eindarfelagsskapinum AU vilja ikki gera eftir boðunum frá altjóða revsirættinum í Haag, sum hevur givið boð um, at libyski leiðarin, Muammar Gaddafi, skal handtakast og latast rættinum.

Tey afrikonsku londini høvdu toppfund í Guinea í gjár, og har samtyktu tey at ganga ímóti áheitanini frá altjóða revsirættinum. Londini siga í einari felags niðurstøðu, at áheitanin frá rættinum ger tað torførari at finna eina møguliga friðarliga loysn á stríðnum millum uppreistrarmenn og myndugleikarnar í Libya.

Tá altjóða revsirætturin fyri tveimum árum síðani gav boð um, at sudanski forsetin, Omar al-Bashir, skuldi handtakast, sýttu tey afrikonsku londini eisini fyri at gera eftir teimum boðunum.

Tað var tann 27. mai, at altjóða revsirætturin gav boð um, at Muammar Gaddafi, sonurin Saif al-Islam og fregnartænastustjórin, Abdullah al-Senuss, skulu handtakast.