Afrika eigur at fáa eina Marshall-ætlan

Afrika hevur tørv á einari Marshall-ætlan. Londini í Vesturheiminum mugu lata teimum afrikansku londunum munandi stuðul, eins og USA av Vesturevropa aftan á seinna heimsbardaga.

Tað var niðurstøðan á einum búskaparfundi, sum tey afrikansku londini hava hildið í Nigeria seinastu dagarnar. Í niðurstøðuni stendur eisini, at aftur fyri stuðulin eru londini í Afrika til reiðar at binda seg til at skipa fyri demokratiskum viðurskiftum og einum regluligum stýrislagi, sum tikið verður til.

Á fundinum, sum var í nigeriska býnum Abuja, varð sagt, at tey afrikansku londini hava tørv á meiri enn 500 milliardum krónum til búskaparliga menning.

Semja var um, at tað verður neyðugt at hava eitt vakið eftirlit við, hvussu pengarnir verða nýttir, so einaræðisharrar og ódemokratiskar stjórnir ikki spilla pengarnar burtur til óneyðug vápnakeyp ella korrupsjón. Men londini løgdu dent á, at afrikanarar skulu sjálvir standa fyri eftirlitinum.

Fundurin í Abuja endaði týsdagin, og í einari yvirlýsing verður mælt til at skipa ein serligan stovn, sum skal hava eftirlit við, at pengarnir úr Vesturheiminum verða nýttir til tað, teir veruliga er ætlaðir til. Dentur verður lagdur á, at eftirlitsstovnurin skal verða óheftur av politisku myndugleikunum.

Afrikansku ríkis- og stjórnarleiðararnir samdust eisini um, at tey afrikansku londini mugu leggja seg eftir at reka tað, sum verður kallað góður stjórnarsiður. Hetta ber m. a. í sær, at londini skulu binda seg til at góðtaka fleirflokkaskipanir, virða pressufrælsið, góðtaka óheftar dómstólar og mannarættindini og at rudda alla korrupsjón av vegnum.