Tilsamans 600 afghanskir tulkar, sum hava arbeitt fyri bretskar hermenn í Afghanistan, fáa nú uppihaldsloyvi í Bretlandi. Tað upplýsa bretskar stjórnarkeldur fyri BBC.
Fleiri av tulkunum kunnu fáa eitt torført lív við forfylging og ágangi, so skjótt sum teir bretsku hermenninir eru farnir úr Afghanistan, og tí fáa í fyrsta umfari 600 av teimum fimm ára uppihaldsloyvi í Bretlandi.
Eisini einir 200 tulkar, sum hava arbeitt fyri danskar hermenn, sleppa til Danmarkar at búgva. Talan er um nakrar av tulkunum, men ikki allar, sigur danski verjumálaráðharrin, Nick Hækkerup.
Bæði í Bretlandi og Danmark er galdandi, at tá ein tíð er liðin, kunnu tulkarnir søkja um at fáa varandi uppihaldsloyvi í londunum.