Hernaðarserfrøðingar bera nú ótta fyri, at viðurskiftini í Afghanistan kunnu gerast sum í Irak. Teir vísa sambært AP á, at Taliban hevur framgongd har suðuri í landinum hóast umfatandi átøk hjá teimum útlendsku hermonnunum.
Samstundis er tað annars so góða umdømið hjá Hamid Karzai, forseta farið at rilla, ikki bara innanlands, men eisini uttanlands. Nógvir afghanar hava ikki álit á honum longur, og Washington Post skrivar, at fleiri evropeisk lond hava eisini mist álitið á honum.
Blaðið sigur eisini frá óskili í landinum. Millum annað ljóðar, at løgreglumenn gera seg inn á ferðafólk og ræna ognir teirra, størv í almennu umsitingini verða seld fyri hægsta boð, rúsevnahandilsmenn gera, sum teimum lystir, og útlendskir hjálparpengar koma ongantíð vegin fram.