Afghanar ikki álit á NATO

Sjálvt um hermenninir hjá NATO í Afghanistan vinna samanbrestirnar við Taliban, hava flestu afghanar framvegis ikki álit á verjusamgonguni. Tvørturímóti vísir ein kanning, at í teimum landspørtunum, sum Taliban hevur sínar háborgir í, halda fólk lítið um NATO-hermenninar. Harafturat halda tey flestu har, at Taliban eigur at fá umboð í afghonsku stjórnini.

-Vit duga ikki nóg væl at greiða afghanum frá, hví vit eru her, og hvat mál okkara er, sigur Norine MacDonald, sum er stjóri í International Council on Security and Development, Icos, sum hevur gjørt kanningina.

Tríggir fjórðingar av teimum spurdu afghanunum fýlast á, at teir útlendsku hermenninir ikki virða Islam og afghanskar siðir. 60 prosent siga, at tey eru ímóti einum álopi á Taliban í kandahar, sum NATO fyrireikar.