Æviga dóttirin

Mikudagin sýnir Filmsfelagið "The Eternal Daughter", sum í fjør vann fyrstu

firðisløn sum besti independent film hjá National Board of Review í USA.

 

Bretski leikstjórin, Joanna Hogg (f.1960), hevur bæði skrivað og

leikstjórnað filmin um Juliu (Tilda Swinton) og dóttrina, sum undir heitinum

"The Eternal Daugther" møtast í gamla barnaheiminum.

Í ræðufilmslíknandi søguni møtast miðaldrandi dóttirin, ið nú er

listakvinna, og aldrandi mamman á gamla góðsinum, sum fyrr var merkt av

vælstandi, men nú er eitt meir enn hálvtómt gistingarhús, við tyngjandi

spøkilsissøgum. 

 

Um enn treyðugt, loysa tær báðar lokið av niðurgrivnum søgum, sum higartil

hava verið tagdar burtur.

Mamman hevur føðingardag og løgin ljóð hoyrast innan- og uttanveggja á

hotellinum, sum sigst vera fulsett, men tær báðar síggja ongan gest. 

 

FILMSFELAGIÐ: 17/5 kl 20:00 The Eternal Daughter (Joanna Hogg UK 2022 96

min).