Ætlar at seta á stovn pínuklinikk í Føroyum

Felag er stovnað, sum millum annað hevur til endamáls at skapa privata pínuklinikk í Føroyum.

Felag er stovnað, sum millum annað hevur til endamáls at skapa privata pínuklinikk í Føroyum.

 

Tað er Anders Bøgesvang, lækni, sum er stjóri í felagnum, Sp/F Bøgesvang, við heimstað í Søldarfirði, vísir kunngerð frá Skráseting Føroyar.

 

Stovnari av felagnum er »Dr. Bøgesvang AS« í Haugesund, og felagið er stovnað við 80.000 krónum í partapeningi.

 

Sambært Skráseting Føroya er endamál felagsins at selja og umsita heilsutænastur, herundir arbeiða fyri at skapa privata pínuklinikk í Føroyum, handil og íløgur í øðrum virkjum og ognum, umframt ráðgevandi virksemi og tað sum natúrliga fylgir hesum virksemi.