Tey sum bjóðu uppá arbeiðið, skuldu koma við uppskotum um, hvussu byggingin verður skipað, og hvat slag av íbúðum verða bygdar. Hetta kann vera eigaraíbúðir, leiguíbúðir ella lutaíbúðir.
Tað er treyt, at hóskandi tal av íbúðum er í verkætlanini. Tað er fyrimunur, um byggingin er fjølbroytt við ymiskum íbúðarstøddum, har atlit verður tikið til umhvørvið og góða útsýnið. Kommunan leggur dent á, at byggingin tekur seg væl út, er dygdargóð og fellur væl inn í landslagið.
Tríggjar byggifyritøkur vístu áhuga, men tá ið freistin var farin tann 20. september, var eitt boð komið frá byggifyritøkuni KBH.
Ætlanin hjá KBH snýr seg um tríggjar íbúðarbygningar, støddin á íbúðunum er annaðhvørt 84 og/ella 114 fermetrar.
Á býráðsfundinum í Nes kommunu tann 30. september varð samtykt, eftir tilmæli frá teknisku deild og teknisku nevnd, at játta KBH tilsøgn um nevnda lendið og at arbeiða víðari við uppskotinum um hesa íbúðarverkætlanina.