Í langa tíð hava verið ætlanir um at gera gamla verkstaðin, Gulu Smiðju, til eitt ungdómshús. Tann einasta tíðin hon verður brúkt í løtuni er í Mentanarvikuni, har ymiskir bólkar spæla um kvøldið. Har manglar onkur at taka hond um hetta verkevnið og seta alt í gongd, annars hendur einki.
Meginpartur av børnum í Runavík ynskja eitt stað, har tey kunnu vera við javnaldrum aftan á skúlatíð. Runavík manglar eitt líknandi stað, har ung kunnu samlast.
Tankar eru eisini um at brúka politistøðina sum ungdómshús og kanska riva Gulu Smiðju niður. Eg haldi hetta er eitt verkevnið, sum er vert at fara í holt við, men tað manglar ein eldsál at trakka til.
Børn í Runavík eru sjálv komin við hugskotum og við sínum meiningum um komandi ungdómshús. Tá vit nevna ungdómshús, komi eg í tankar um eitt stað har ung kunnu møtast, gera skúlating, spæla tónleik, sjónleik, tekna, mála, spæla borðspøl ella bara slappa av.
Um ungdómshús verður til nakað, fara fólk eisini at koma úr øðrum støðum rundan um, til Runavíkar, og upp á tann hátt kunnu vit skapa meira lív í Runavíkini.
Vónandi verður hetta framtíðin fyri míni børn og komandi ungdómin í Runavík.