Ætlanin á Glyvursnesi er áhugaverd

­ Tað hevði verið kærkomið við betri møguleikum í havn fyri tyrlurakstri og eg hevði altíð ímynda mær, at einaferð verður innanríkis flogferðsla í Føroyum við flogfari, sigur Magni Arge

Áki Bertholdsen


­ At gera ein stuttan flogvøll á Glyvurnesi, við einum veruligum tyrlupalli ljóðar heilt avgjørt áhugavert.

Stjórin á Atlantsflog, Magni Arge, heldur, at tað er trupult at gera viðmerkingar til ætlanirnar hjá Tórshavnar Býráð at gera nýggjan flogvøll uppá 800 metrar og tyrlupall á Glyvursnesi, fyrrenn hann hevur sett seg ínn í ætlaninar.

Og tað hevur hann ikki enn, tí hann hevur ikki hoyrt um tað, sigur hann.

Men hann heldur avgjørt, at tað ljóðar áhugavert.

­ T.d. hevði tað verið ógvuliga kærkomið við betri umstøðum í Havn fyri tyrlurakstri, tí tað hevði gjørt, at tað hevði borið til at fari undir meiri umfatandi innanoyggja tyrluflúgving.

Magni Arge sigur t.d., at

at tyrlupallurin á Boðanesi er lítil, og har eru ongar umstøður at seta tyrluna undir tak, ella at taka brennievni.

Umstøðurnar at taka ímóti ferðafólki eru eisini vánaligar.

Og sum hann sær tað, eru ongir útbyggingarmøguleikar á Boðanesi.


Innanoyggja flúgving við flogfari

Magni sigur eisini, at hann hevur eisini ímynda sær okkurt slag av innanríkisflogferðslu við flúgvara í Føroyum.

Kanska fyrst og fremst ímillum Havnina og Suðuroynna.

Til tað endamálið eru ætlanirnar á Glyvursnesi kanska eisini eitt stig á leiðini.

­ Tað er trupult at hava nógvar fráferðir á rutuni ímillum Havnina og Suðuroynna, tí hon krevur so stór skip.

­ Og nettum talið á fráferðum hevur stóran týdning, og tí kundi hugsast, at eitt kombinerað ferðasamband við flúgvara og skipið er ein gongd leið at útbyggja samferðslukervið uppá, fyrst og fremst ímillum Havnina og Suðuroynna. Tað hevði knýtt Suðuroynna munandi títtari at meginøkinum

Hinvegin heldur stjórin í Atlantsflog tað vera meiri ivingarsamt, um tað hevði loyst seg at havt flúgvara ímillum havnina og aðrar partar í landinum, tí har er sambandi lutfalsliga gott frammaundan.

Annas heldur hann, at Glyvursnesætlanin eisini ljóðar áhugaverd í sambandi við eina komandi oljuvinnnu.