Ætlaðu yvirgangsálop móti fótbóltsáskoðarum

Dysturin millum Galatasaray og Fenerbache í gjár varð útsettur, tí myndugleikarnir óttaðust yvirgangsálop frá IS.

Orsøkin til at lokaluppgerðin millum Galatasaray og Fenerbache í Istanbul í gjárkvøldið varð útsett, var ótti fyri yvirgangi.

 

Turkiskir myndugleikar óttaðust, at IS ætlaði at skipa fyri einum álopið líkt tí móti París 13. novembur, tá yvirgangsmenn millum annað royndu at raka fótbóltsdystin millum Frakland og Týskland.

 

Keldur vilja vera við, at IS ætlaði at loypa á móti dystarenda, júst tá áskoðarar vóru á veg út úr stadionøkinum. Ætlanin fevndi bæði um sjálvmorðsbumbur og at skjóta inn í mannamúgvuna.

 

Fleiri yvirgangsálop hava rakt Turkaland seinastu tíðina, tað seinasta í Istanbul leygarmorgunin. Turkiskir myndugleikar óttast, at tríggjir IS-limir eru í Istanbul og fyrireika eitt stórálop móti býnum.