Sea Shepherd kærir avgerðina hjá føroysku myndugleikunum at vísa manninigini á Bob Barker av landinum.
Tá Bob Barker kom á Sund í gjár, gjørdi føroyska løgreglan ikki mætari enn at nokta manningini innferðarloyvi.
Andrass Marr Poulsen greiddi í gjár frá, at avgerðin var tikin við heimild í útlendingalógini, við atliti at lóg og landaskili. Hann greiddi frá, at Sea Shepherd higartil í ár hevði víst, at felagsskapurin ikki virðir føroyska lóg og tí fór løgreglan ógvusligari til verka hesaferð.
Sea Shepherd hevur nú kært avgerðina og Paul Watson hevur longu gjørt greitt, at Bob Barker ongar ætlanir hevur um at víkja frá síni uppgávu, sum er at verja grindahvalin.
Jógvan Páll Lassen, sum hevur verið verji hjá felagsskapinum, greiðir frá, at tó at avgerðin hjá føroysku løgregluni kann kærast til danska Útlendingastýrið, so fær kæran ikki útsetandi virknað. Avgerðin um innferðarloyvi stendur tí við, og manningin av Bob Barker má út um 12-fjórðingamarkið ella av landinum við flogfari.
Bob Barker fór av Sundi í gjárkvøldið og liggur nú norðan fyri Føroyar. Verjuskipið Triton liggur tætt hjá teimum.










