Á fjórða sinni í fýra ár vitjar norðurírska høvuðsstaðarfelagið, Linfield FC í Føroyum.
Hesaferð í Europa League, har málið er at verja eina 2-0 leiðslu ímóti NSÍ á Svangaskarði á Toftum í annaðkvøld.
Høvuðsvenjarin hjá Linfield, Warren Feeney sigur í samrøðu við BBC, at teir í Linfield ætla at fara inn til dystin ímóti NSÍ við einum jaligum hugburði. - Teir (NSÍ red.) koma at leypa á, men vit fara ikki at liggja afturi og verja leiðsluna. Vit ætla at fara inn til dystin við einum jaligum sinni.
Víðari sigur Warren Feeney við BBC: - Arbeiðið er bara hálvliðugt, og vit verða noyddir at spæla uppá okkara styrki, og hava álit á, at tað ber heim. Teir (NSÍ red.) vístu okkum, at teir kunnu hótta okkum, men okkara likamliga styrki kom til góðar í dystinum í farnu viku, staðfestir Warren Feeney, sum er sera væl nøgdur við, at framherjarnir hjá honum vóru so effektivir ímóti NSÍ í 2-0 sigrinum í farnu viku.
Linfield hevur fýra sigrar og tríggjar javnleikir ímóti føroyskum liðum í Champions League og Europa League kappingum farnu fýra árini. Ímóti ÍF gjørdist talan um 3-0 og 2-0 sigrar. Ímóti B36 gjørdist talan um 0-0 og 0-0 í 2012, og í 2014 spældi Linfield 1-1 ímóti B36 heima, og vann 2-1 úti. Harumframt kemur 2-0 sigurin ímóti NSÍ í farnu viku. Vinnur NSÍ á Linfield, so verður NSÍ fyrsta føroyska liðið, sum vinnur á Linfield FC í evropeiskari kapping.









