Tað er nú komið so mikið at mørkum á dagstovnaøkinum í Runavíkar kommunu, at býráðið á býráðsfundi hin 28. september viðgjørdi málið.
- Samtykt er einmælt at seta niður eina skjóttarbeiðandi nevnd til tess at gera býráðnum eina greining av økinum og hartil eina tilráðing um, hvat gerast skal á økinum fyri at møta framtíðini.
Í Runavíkar kommunu siga tey, at tað, sum liggur fremst í kortunum, er, at Sellin á Skála verður víðkaður, og at ein nýggjur stovnur verður bygdur eystanfyri við Skálafjørðin – í økinum Glyvrar, Saltangará og Runavík.
Í løtuni húsast dagstovnaøkið í kommununi í fleiri bygdum - á Skála, Oyndarfirði, Søldarfirði, Lamba, Glyvrum, í Saltangará, Runavík, Æðuvík og í Rituvík.
- Hetta snýr seg um vøggustovur, barnagarðar, dagrøkt og frítíðarskúlar.
Lagt verður aftrat, at skúlin í Søldarfirði í løtuni verður um-og útbygdur til tvær nýggjar vøggustovur umframt tær tvær, sum eru í skúlanum frammanundan.
- Býráðið valdi Káru Løkin, Sæunn Ólavsdóttir Hansen, Maritu Súsonnu Hentze, Tóra Højgaard, Tórbjørn Jacobsen og Sigrid Jensdóttir Dalsgaard sum forkvinnu í nevndina.
Arbeiðssetningur nevndarinnar var soleiðis samtyktur á seinasta býráðsfundi:
1. Ein heildarmeting av tørvinum á dagstovnaøkinum – brúkarar og landafrøðiliga – fram til árið 2035.
2. Eru umskipingar møguligar í verandi ognum kommununar?
3. Hvussu kann ein dagstovnur gerast møguligur í komandi íbúðarbygging í Leitinum?
4. Víðkan av Sellanum á Skála.
5. Útibarnagarður í Æðuvík.
6. Fyrireiking av nýggjum dagstovni í økinum Glyvrar, Saltangará og Runavík.
150.000 krónur eru settar av til fyrireikingina, og nevndin hevði sín fyrsta fund mikudagin í vikuni.
- Eftir ætlan skal nevndin koma við einari tilráðing í hesum árinum, og í fyrstu atløgu fer hon at vitja egnar dagstovnar, at vitja nýggjar dagstovnar kring um landið, at skriva upprit um námsfrøðiliga hugsjón, serliga við atliti til nýggjan dagstovn.
Lendi til nýggjan dagstovn skal eisini veljast og uppskot gerast til næsta stig, sum er byggiskrá, undangóðkenning og annað.
Í Runavíkar kommunu siga tey, at serliga viðvíkjandi nýggjum stovni er ætlanin at fáa íblástur frá øðrum nýggjum stovnum við serligum atliti til samspælið millum dagstovn og nærumhvørvi og at kunna seg um ymiskar loysnir.
- Eitt nú um innrætting av stovum og felagsrúmum, umstøðum til børn við sertørvi, umstøðum til starvsfólk og leiðslu, vásarúmum, nátthúsum, verkstøðum, sansaøkjum, útdurum, vaskirúmum, goymslum, vognrúmum, útiøkjum, atkomuleiðum og øðrum.
Lagt verður aftrat, at nevndin, sum nú er sett, hevur lagt eina skrá fyri tað, sum er eftir av árinum við tí í hyggju at lata býráðnum eitt uppskot samsvarandi arbeiðssetninginum fyri ársskiftið komandi.