Gongst sum ætlað, verður ein nýggjur frískúli veruleiki í Havn næsta summar.
Tað eru tey trý, Mortan Zachariassen, Jenny Winther Poulsen og Rógvi á Rógvu, sum arbeiða við skúlanum og tey siga, at longu nú, hava tey merkt, at tað er sera stórur áhugi fyri skúlanum, sum tey nevna Lítliskúli.
Tey trý siga, at hesin skúlin er ætlaður sum eitt heildartilboð til børnini við bæði forskúla, frískúla, frítíðarskúla og musikkskúla, og endamálið er at leggja dent á øðrvísi skúlagongd enn vanligu skúlarnar, og at lata teir ymsu tættirnar renna saman í eina heild.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr tey trý greiða frá nýggja skúlanum, sum verður børn frá forskúla til sætta klassa