Meirlutin í Vágs Býráð sigur í fráboðan, at í samband við fíggjarætlanararbeiðið fyri 2023, arbeiðir meirlutin, Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin, í Vágs Býráð við at lækka skattaprosentið fyri 2023.
Í løtuni er skattaprosenti í Vágs Kommunu 21,50 %. Skattainntøkurnar fyri 2022 hava verið góðar, framrokningin vísir, at persónskattainntøkan hjá Vágs Kommunu verður uml. 49 millónir kr., sum eru góðar 5 milliónir mein enn Taks metti Vágs Kommunu at fáa inn í 2022.
- Og tá inntøkurnar hava verið so góðar, so vilja okur geva borgarnum nakað aftur, sigur borgarstjórin Bjarni Johansen, ið letur væl at skattainntøkunum.
- Tað hevur verið støðugt arbeiði hjá vinnufyritøkunum í Vágs Kommunu, og smittar hetta av í kommunukassanum, og vónandi heldur hetta fram komandi ár.
Taks hevur mett Vágs Kommunu at fáa slakar 47 milliónir kr í persónsskatti fyri 2023.
Hvussu nógv kommunuskattaprosentið lækkar ber ikki til at siga við vissu enn, tí hetta skal fyrst fyri i fíggjanevndini í Vágs kommunu.