Vòna at fáa 2.000 tons burtur úr um árið

Nú verður farið undir nýtt alibrúk í Gøtu

Nú verður farið undir at ala tara á Gøtuvík. Í gjár handaðiHeilsufrøðiliga Starvsstovan nevniliga Ocean Rainforest loyvi til at ala tara á Gøtuvík.

 

Loyvið er galdandi í 12 ár fram til 1. juni 2033 og fevnir um aling av breiðbløðkutum sukurtara á aliøkinum  sum liggur uttan fyri Nøvuna á Gøtuvík. Laksaaliøkið hjá Bakkafrost liggur innan fyri taraaliloyvið hjá Ocean Rainforest.

 

Ocean Rainforest væntar at seta tarateymar út á Gøtuvík í heyst, og liggur væl fyri, vóna tey at kunna skera upp til 2.000 tons av tara á Gøtuvík um árið, sigur felagið í tíðindaskrivi.

 

Hetta er annað taraaliloyvið hjá Ocean Rainforest. Í fjør fekk felagið loyvi til at ala tara á Funningsfirði, og longu nú verður tari skorin av teymunum. sum vorðu settir út stutt fyri árskiftið.

 

Á myndini Ólavur Gregersen, stjóri, vinstrumegin, og Magni Arge, nevndarformaður, við nýggja  loyvisbrævinum frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og korti við staðsetingini av taraaliloyvinum.