Í 1972 varð Stranda Talvfelag stovnað. Felagið var virkið í fleiri ár, men vegna vantandi undirtøku, steðgaði virksemið, og felagið varð avtikið.
- Men nú verður so arbeitt við at endurstovna talvfelagið, siga tey í Sjóvar kommunu í dag.
Víst verður á, at Petur Meinhard Magnussen, sum eisini er virkin í talvarbeiði í Føroyum, nú arbeiðir við at endurstovna Stranda talvfelag.
Tískil er bjóðað til kunnandi fund í lærarastovuni í Stranda skúla mikukvøldið hin 16. august klokkan 18.30.
- Endamálið viđ fundinum er at fáa eina hóming av, um áhugi er fyri hesum í bygdini og at siga eitt sindur um, hvør hugsjónin er fyri felagið.
Í Sjóvar kommunu siga tey, at talvfelagið, sum ætlandi verður endurstovnað, skal verða eitt felag fyri øll, sum hava áhuga fyri talvi - og ikki bara fyri tey, sum duga væl at telva.
- Øll eru hjartaliga vælkomin á kunningarfundin mikukvøldið, siga tey í Sjóvar kommunu í dag.