Fjølmiðlarnir hava fleiri ferðir róð fram undir, at Steven Tyler er ein ferdigur maður í legendariska rock bólkinum, Aerosmith. Fyrr í ár avsannaðu Steven Tyler og restin av Aerosmith bólkinum tíðindini. Tað skuldi vera áhaldandi misnýðslan av alkoholi og rúsevnum hjá forsangarinum, ið var orsøkin til upploysnina av Aerosmith.
Tað var í eini samrøðu við eitt tónleika blað fyrr í ár, at Joe Perry og hinir í Aerosmith kærdu sína neyð um Steven Tyler. Eftir eina konsert í miðeystri komu boðini, at Steven Tyler var givin í Aerosmith.
Nú eru boðini eini onnur. Steven Tyler er aftur, og Aerosmith fer á konsert ferð við heitinum ?Cocked, Locked, Ready to Rock Tour?. Teir byrja konsert ferðina í Suður Amerika, áðrenn leiðin gongur til Evropa. Her spæla teir fyrst í Svøríki, áðrenn teir fara til Ongland, Rumenia, Grikkaland, Holland og enda í Belgia.
The Bad Boys from Boston, sum Aerosmith eisini verða nevndir, hava 40 ár á baki. Millum útgávurnar tey 40 árini eru Toys in the Attic, Rocks, Pump, Get a Grip, Nine Lives og Just Push Play. Limirnir í Aerosmith eru, Steven Tyler, Joe Perry, Joey Kramer, Brad Whitford og Tom Hamilton