Aeroflot skiftir út

Russiska flogfelagið Aeroflot hevur gjørt av at skifta fleiri av teimum gomlu sovjetsku Tupolev-flogførunum út við vesturlendsk flogfør. Aeroflot hevur í dag 14 flogfør av slagnum Tu-134, sum vórðu bygd í gamla Sovjetsamveldinum, og tey verða øll tikin úr flúgving innan árslok í ár. Aeroflot hevur eisini fleiri flogfør av slagnum Tu-154, og nøkur av teimum verða eisini tikin úr flúgving í ár. Russiska flogfelagið hevur fyrr boðað frá, at tað fer at keypa 45 flogfør av slagnum Aitbus320 og 22 flogfør av slagnum Boeing 787.