Tað er høgligt í summum hagum og hagapørtum at ganga á fjall, og tað ger, at tað kann vera rættiliga skjótt at fáa tær fyrstu gongurnar í rætt.
Hetta er tíðin, tá várfjøll verða gingin, har ærnar fáa heilivág og vitaminir. Tað stundar til lembing, og tað er umráðandi, at seyðurin er væl fyri, tá lembingin byrjar.
Í dag vóru menn á fjalli í lægra partinum av Sandarhaga - í Líðini og heimanvert Stóravatn. Farið varð tó ikki heilt suður á Stóravatn í dag.
Farið varð avstað um 12.30-tíðina, og longu klokkan 15 vóru tvær gongur riknar, stívliga 80 ær høvdu fingið heilivág, og menn kundu fara aftur til húsar.
Myndin er av Bjarka Henriksen, røktingarmanni, sum við hepnari hond stílaði fyri í dag.