Tað er ikki óvanligt, men tað er undantakið, at ær lembir trý lomb.
Hetta hendi á Sandi leygardagin, tá ein heimaær hjá Jóhan Hendrikki Petersen kom við trimum lombum.
Maðurin siglir sum stýrimaður við Sandshavinum, og tað er konan, Sonja H. Petersen, sum passar, tá hann er burtur.
Og sjálvur viðgongur Jóhan Hendrik, at tað er konan, sum eigur sín stóra lut í, at ærin nú kom við trimum lombum.
- Konan hevur passað, so væl er passað, ásannar hann.
Á páskum er vanligt at síggja onkur heimalomb, og soleiðis er eisini, nú páskadagur er í dag.
Veturin hevur verið kaldur, og kavi hevur ligið í vikur. Hetta hevur ivaleyst gingið útyvir hagaseyðin.
Í Stóru Dimun vóru tey á fjalli herfyri, og har søgdu tey, at ærnar eru merktar av kulda og kava í vetur.
Nú er vár, og lembingin er fyri framman. Dagarnir gerast longri, sólin verður heitari, og úr jørðini fer at næla.
Hetta er ein hugnalig tíð á árinum.
##med2##












