Advokatur: Fleiri orsøkir til ikki at útflýggja Watson

Talufrælsi, rætturin til ordiliga viðgerð í rættarskipanini eru millum orsøkirnar ímóti útflýggjan

Hóast advokaturin Jonas Christoffersen enn ikki hevur fingið avrit av áheitan um útflýggjan av klienti sínum, umhvørvisaktivistinum Paul Watson, ivast hann ikki í, at grundarlag hvørki er fyri at halda Watson frælsistiknan ella at útflýggja hann.

- Tað eru fleiri orsøkir til hetta, sigur Jonas Christoffersen við Ritzau.

Millum annað vísir hann á, at atgerðin, sum Watson framdi í móti einum japanskum hvalaveiðiskipi í 2010, ikki var álvarsligari enn so, at tað heilt einfalt elvdi til treytaða fongsulsrevsing fyri ein annan aktivist.

Aktivisturin varð, mótstt Watson, handtikin og síðani ákærdur í Japan.

At taka frælsi frá Paul Watson við tí fyri eyga at útflýggja verður tí óproportionelt við dómin, sum væntast kann.

Harumframt hevur tað sambært Jonas Christoffersen avgerandi týdning, at japanska hvalaveiðan á Suðurpólinum var ólóglig. Hetta staðfesti altjóða dómstólurin í dómi í 2014. Dómstólurin vísti á eina altjóða avtalu frá 1986 sum bannar vinnuligari hvalaveiðu - ein avtala sum Danmark eisini er farin undir.

Aktivisman hjá Watson skal metast innan karmarnar um talufrælsið, og øll tilgongdin frá 2012, tá Japan umvegis Interpol eftlýsti Paul Watson altjóða, og sum nú er rokkin hæddini við, at hann er handtikin í Grønlandi, er brot á hansara talufrælsi, og somuleiðis av mannarættindum hansara.

Og tað er ikki einasti mannarætturin, sum sambært Jonasi Christoffersen er uppá spæl. Eisini rætturin til rættvísan rættarfund og rætturin til ikki at verða fyri óvirðiligari viðferð er nakað, sum Jonas Christoffersen fer at staðfesta.

 

/ritzau/