Brandur Ellingsgaard, som er útbúgvin løgfrøðingur frá Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn í 2002, hevur higartil arbeitt hjá tveimum almennum stovnum, Sekretariatet for Arbejdsmarkedsrådet for Storkøbenhavn og Arbejdsmarkedsstyrelsen sum løgfrøðisligur fulltrúi, og eisini á einum arbeiðsloysiskassa fyri sjálvstøðug vinnurekandi.
Brandur Ellingsgaard er 32 ára gamal, giftur og hevur 3 børn, og býr í Dyrlev, einari lítlari bygd tætt við Præstø.
Advokatvirkið Hedin er eitt miðalstórt advokatvirkið í einum donskum provinsbýi, og hevur umframt Brand fýra sakførarar og fimm skrivstovufólk. Virkið fæst við øll sløg av løgfrøðisligum spurningum.
Eigarin Jørn Hedin hevur fleiri ferðir verið í Føroyum í samband við rættarmál fyri føroyingar.
Av serligum áhuga fyri føroyingar viðvíkjandi advokatvirki í Danmark kann nevnast skeyti í samband við keyp av summarhús í Danmark, rættarmál móti donskum mótparti, har rættarstaðið er í Danmark.
Um tygum hava skjøl, sum skulu tulkast eftir danskari lóg, og ikki føroyskari, er tað eisini hent við einum advokati, sum til dagliga arbeiðir eftir danskari lóg, men sum kann málbera seg á føroyskum.