KANNING
? Eg hevði ikki tikið av, sigur Alfred Petersen advokatur.
? Eg hevði verið ógvuliga betonkiligur, sigur Jógvan Páll Lassen advokatur.
Í kjalarvørrinum av kanningini av embætisførsluni hjá Jørgin Niclasen frábiðja advokatar sær at gera eina kanning fyri løgtingið eina aðru ferð. Orsøkin er tað eftirspælið, sum kanningin fekk í politisku kvørnini.
Tá kanningin, sum Turið Debes Hentze stóð fyri, varð liðug, varð hon fyrst kannað av Fiskimálaráðnum, sum sjálvt stóð fyri skotum, og síðan løgd út til ein eksternan advokat at hyggja ígjøgnum, áðrenn løgmaður tók støðu til, um Jørgin Niclasen hevði gjørt nakað skeivt.
Hetta undrast advokatarnir, sum Sosialurin hevur tosað við, stórliga um.
Kanning omaná
Inflatión er komin í, heldur Alfred Petersen advokatur, sum er púra avgjørdur og hevði sagt nei takk til at verið kanningarstjóri fyri løgtingið.
? Trupulleikin er ikki, at advokatar verða settir upp ímóti hvørjum øðrum. Tað eru vit vanir við í okkara arbeiði. Men tá kanningar verða lagdar omaná kanningar, til úrslitið er vorðið, sum tú vilt hava tað, so hava vit ein stóran trupulleika við kanningarháttinum, og tað hevði eg ikki viljað verið partur av, sigur Alfred Petersen.
Í Dagblaðnum, málgagni Fólkafloksins, mánadagin verður harðliga lagt eftir Turið Debes Hentze persónliga og hennara kanning verður eitt nú kallað »eitt makkverk«.
? Ein advokatur má tola eitt sindur av hvørjum, men tað er keðiligt, um lagt verður eftir persóninum heldur enn málinum. Tað er ótrúliga keðiligt, um ein viðgerð av einari kanning, sum advokaturin er biðin um at gera, verður so ótýdlig. Tað førir bara til, at fólk ikki tíma eina aðru ferð, sigur Alfred Petersen.
Hann er formaður í Advokatfelag Føroya, men hann leggur dent á, at tað ikki er sum slíkur, at hann úttalar seg.
Niðurbrótandi
Tignin er farin av hesum slagi av kanningum, og spælireglurnar eru brotnar. Tað heldur Jógvan Páll Lassen, sum ivast stórliga í, um hann hevði tikið av, um hann varð biðin um at kanna eitt mál fyri løgtingið.
Jógvan Páll Lassen vísir á, at ávísar spælireglur vórðu gjørdar, tá stýrisskipanarlógin varð smíðað, har løgtingsformaðurin eftir ávísum mannagongdum kann seta kanningar í verk av landsstýrinum. Tær spælireglurnar mugu haldast.
? Løgtingið hevur ein møguleika at seta ein kanningarleiðara, sum verður eitt slag av dómara í dystinum. Tá dysturin er liðugur, kann løgmaður ikki bara siga, at dómarin onki nyttaði og seta aðrar dómarar at døma. So verður onki skil á, sigur Jógvan Páll Lassen.
Hann hevur sjálvur ikki lisið frágreiðingina hjá Turið Debes Hentze, men tað er óviðkomandi, sum landið nú liggur, heldur hann.
? Tá vit hava so tignarliga skipan, har hægsti parlamentarikarin í landinum, løgtingsformaðurin, setir ein kanningarstjóra, so mugu vit hava álit á skipanini og taka ta niðurstøðuna, sum kanningarstjórin kemur við, til eftirtektar. Annars rýkur øll tignin og alt álit á skipanina. Hetta málið hevur niðurbrotið skipanina, sigur Jógvan Páll Lassen.
Turið Debes Hentze var annars eitt natúrligt val, heldur hann, tí tær stóru advokatskrivstovurnar eru ógegnigar í hesum málinum.
? Eg havi fult álit á, at løgtingsskrivstovan hevur mett skilagott um hesi tingini, sigur Jógvan Páll Lassen.










