Adventskonsert í Hoyvíkar kirkju í morgin

 

 

Harmoniorkestrið GHM og kórið Glymur hava adventskonsert í Hoyvíkar kirkju kl. 14 í morgin, sunnudagin 28. november, sum er fyrsti sunnudagur í advent.

 

Á skránni er ymiskt advents- og jólatilfar. Orkestur og kór framføra hvør sær og tey hava eisini okkurt saman.

 

Henda løtan við GHM og Glymi er vorðin føst siðvenja, tí hetta er fimta árið á rað, at tey seta dám at adventina í Hoyvík.

 

Konsertin er altíð sama dag sum jólatræið í Hoyvík verður tendrað. Tað verður tendrað sunnudagin kl. 18 á kirkjutorginum millum kirkjuna og Hoyvíkar skúla. Kristianna Winther Poulsen, býráðslimur, og Bergur Debes Joensen, prestur, bera fram røðu og GHM spælir.

 

Aftaná verða øll boðin í kirkjukjallaran til kaffi og holukøkur. Jólamaðurin kemur eisini á gátt og bjóðar karamellur.