Advents konsert í Miðvágs kirkju og á Giljanesi

Tíðindaskriv

 

Vágakórið fer aftur í ár at hava adventskonsert í Miðvágs kirkju og í høllini á Giljanesi.

Vágakórið er vorðin ein afturvendandi gestur til gudstænastuna í Miðvágs kirkju atvents sunnudag kl. 12. Kórið fer at syngja atvents- og jólasangir undan og eftir prædikuna. Leiðari er Jónvør Joensen.

Í kórinum eru í løtuni 20 sangarar.

Kór og orkestur í samkomuskálanum á Giljanesi

Seinnapartin atventssunnudag kl. 16 verður konsertin á Giljanesi.

Hesa konsertina fara Vágakórið og Sørvágs Tónleikarfelag at hava saman. Aftrat teimum fara ungdóms-og næmingaorkestrini eisini at luttaka.

Leiðari hjá Sørvágs Tónleikarfelag og skúla- og ungdómsorkestrinum er musikklæararin Steven Foggin.

Á skránni er føroyskur og útlendskur atvents- og jólatónleikur, sum kórið og orkestrini fara at bera fram saman og hvørt fyri seg.

Royndir frá undanfarnum árum siga okkum, at hetta fer at verða ein góð og hugnalig tónleikauppliving.

Stórur áhoyraraskari plagar at vera til hesa konsertina, og so man fara at verða aftur hesaferð.