Adrian var trífaldur málskjútti

Hóast eingin ivi var um, hvør ræður í Gundadali, so vóru tað fleiri blaðungir spælarar hjá EB/Streymi, sum í kvøld vístu góð fótbóltsevni

Tað endaði 6-1, tá ið HB í kvøld hevði vitjan av EB/Streymi. Stórsigurin ber við sær, at HB framvegis er liðið, sum er næst oddaliðnum KÍ.

 

Hálvleiksstøðan var 4-0, og sum tølini siga, so gekk tað væl betri hjá EB/Streymi  í seinna hálvleiki, enn tað gjørdi undan steðginum. Eftir steðgin vístu nakrir av blaðungu spælarunum hjá teimum í Sundalagnum, at teir eru knáir fótbóltsspælarar, og at teir næstu árini kunnu vera við til at mynda liðið. Her verður hugsað um Hans Paula á Bø, Sverra Mariusarson, Virgar Jónsson og Jákup Hummeland.

 

Men tað var eingin ivi um, at HB var á heimavølli, og at HB eigur eitt so nógv betri fótbóltslið, enn teir í EB/Streymi, og tað er ikki so undarligt. HB eigur stóra breidd, og har eru nógvir royndir og evnaríkir spælarar um boðið, meðan EB/Streymur altíð er meint rakt, tá ið onkrir av lyklaspælarunum ikki eru við. Soleiðis var tað í dag, tá ið bæði sentrali miðvallarin Bogi Reinert-Petersen og álopsspælarin Gutti Dahl-Olsen vóru leikbannaðir.

 

HB hevur keypt donsku Mads Borchers og Mikkel Dahl at skjóta mál. Í kvøld var Mads Borchers við frá byrjan, og eftir steðgin avloysti Mikkel Dahl Jákup L. Thomsen, sum átti uppleggið, tá ið Áki D. Samuelsen var leysur mitt fyri og skoraði til 1-0, og Jákup L. Thomsen økti til 3-0, tá ið eitt korter var farið. Tá átti Mads Borchers uppleggið.

 

Hóast HB skoraði seks mál, so vóru donsku álopsspælararnir ikki millum málskjúttarnar. Stóri HB málskjúttin var Adrian Justinussen, sum skoraði hattrikk. Hann økti um munin til 2-0, og 10 minuttir undan steðginum lá hann mest sum á vøllinum, tá ið hann økti um munin til 4-0. Fram ímóti dystarenda var hann í gamla og eyðkenda lagnum, tá ið hann við frísparki og úr 20 metrum smekkaði bóltin framvið manngarðinum og upp í nettakið. Arbeiðssami spælskiparin Dan í Soylu skoraði 5-0 málið.

 

Veteranurin Niels Pauli Danielsen hevði nógv at gera í vinstru, tá ið hann ofta hevði fleiri mótstøðumenn at taka sær av. Hann kom merkiliga ofta væl úr støðunum við væl timaðum taklingum. Og tað var Niels Pauli, sum var púra tryggur, tá ið hann umsetti brotsspark til mál.