Adrian var trífaldur málskjútti

Favorittarnir í NSÍ, KÍ og HB fingu fult

Tað eydnaðist ikki ÍF at vinna fulla úrtøku á heimavølli ímóti TB, sum legði seg framum í fyrra hálvleiki. ÍF javnaði, tað endaði 1-1, og ÍF er framvegis fremsti kandidatur at flyta niður – um tað verður talan um niðurflyting.

Klæmint A. Olsen skoraði tíggju minuttir undan steðginum, tá ið hann legði NSÍ framum í kommunuuppgerðini á Skála. Eftir steðgin økti hann til 2-0, og NSÍ megnaði at halda tørn um leiðsluna, hóast Heðin Klakstein fram ímóti dystarenda minkaði um munin.

Í síðstu løtu hevði Skála risa møguleika at javna, men Jákup Johansen sendi við høvdinum bóltin uppum Tórð Thomsen í NSÍ málinum og framvið handara stólpa.

Í Gundadali var Adrian Justinussen – gøtumaðurin í HB – stóri maðurin. Í fjør varð alt, sum hann nært við, til mál og gull. So væl hevur tað ikki hilnast í ár, men í dag var Adrian Justinussen trífaldur málskjútti, tá ið HB vann 3-1 ímóti Víkingi.

Andreas Lava Olsen legði Víking framum 1-0. Tá styrknaði fyritreytin hjá Víkingi at vera í verju og lúra eftir møguleikanum. HB hevði stóra leikliga yvirvág, og eftir steðgin eydnaðist tað at fáa hol á og at vinna 3-1.

Á Eiði eydnaðist tað KÍ at vinna 1-0. Málskjútti var Páll A. Klettskarð, sum skoraði fyrsta málið, síðani hann kom aftur úr italskum fótbólti og til KÍ.

KÍ hevði leingi stóra yvirvág. Men fram ímóti dystarenda vórðu Hans Pauli Samuelsen og Arnbjørn Hansen skiftir inn á EB/Streyma liðið, og tá var onkra ferðina tætt við, at heimaliðið javnaði.

Klokkan 17 var fyrsta bríksl á Argjum, har AB hevur vitjan av B36.