Adrian og teir fáa vitjan av NSÍ

Nú fer av álvara at verða talt niður til at HB fer at tryggja sær FM

22. umfar í landskappingini verður ídag. Fyrsta bríksl í øllum fimm dystunum verður klokkan 15.00.

Síðsta vikuskifti varð ikki spælt í landskappingini, tí tá var fokus á landsdystunum ímóti Malta á heimavølli og Kosovo á útivølli.

 

Í dag og næstu tríggjar sunnudagarnar verður landskappingini á skránni. So verður steðgur eitt vikuskifti, tá ið landsdystir vera, og so verður rundað av við umførum í landskappingini sunnudagin 21. oktober og leygardagin 27. oktober.

 

Toppliðið HB fær í dag vitjan av NSÍ, sum ólavsøkuaftan vann 2-0 í Gundadali ímóti HB. Spurningurin er ikki, um HB verður meistari, men tað snýr seg heldur um, nær meistaraheitið verður vunnið.

Undan 22. umfari er HB tíggju stig og betri málmun frammanfyri KÍ og trettan stig og betri málmun frammanfyri NSÍ.

 

KÍ riggar til at fara út á Skála, har tað ofta hevur verið rættiliga strevið hjá klaksvíkingum.

 

Steypavinnararnir í B36 eru á veg vestur til Sørvágs. 07 Vestur og B36 spæla næstu smáu tvær vikurnar tvær ferðir ímóti hvørjum øðrum. Útsetti ólavsøkudysturin verður mikukvøldið mikudagin 26. september. Hann varð ikki spældur ólavsøkudag, tí B36 var upptikið í europeisku kappingini.

 

Oyggjaupperð verður í Hólmanum á Eiði, har Víkingur verður gestur, og í Trongisvági taka Suðringar ímóti AB, sum hevur møguleika at styrkja um sína støðu í royndini at sleppa undan niðurflyting.

 

EB/Streymur – Víkingur: Eiler Rasmussen kl. 15.00

Skála – KÍ: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00

07 Vestur – B36: Petur Reinert kl. 15.00

HB – NSÍ: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00

Suðringar – AB: Bjarki Danielsen kl. 15.00

 

Støðan undan 22. umfari

HB

21

18

1

2

45

14

55

21

14

3

4

38

15

45

NSÍ

21

13

3

5

45

17

42

B36

20

11

4

5

40

26

37

Víkingur

21

11

3

7

33

26

36

Skála

21

6

4

11

22

30

22

Suðringar

21

6

3

12

21

34

21

EB/Streymur

21

4

7

10

22

34

19

07 Vestur

20

3

1

16

19

52

10

AB

21

2

3

16

9

46

9