Adrian Justinussen, Sebastian Pingel og liðfelagarnir í Hillerød spældu í kvøld dyst á útivølli móti HB Køge í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Tað gekk framúr væl hjá Hillerød sum vann stórsigur 4-0.
Longu tá fimm minuttir vóru farnir av dystinum hevði Adrian lagt Hillerød á odda 1-0 aftaná upplegg frá Markus Bay. Talan var um fjórða málið hjá Adrian í trimum dystum.
Stutt undan steðginum legði Adrian upp til fyrrverandi B36- og HB-leikaran, Sebastian Pingel sum økti til 2-0.
Mads Julo økti til 3-0 tá 20 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki.
Adrian og Pingel vóru báðir skiftir út tá 80 minuttir vóru farnir av dystinum. Tveir minuttir eftir, at Adrian og Pingel vóru skiftir út økti Marco Bruhn til 4-0.
Hillerød er nummar sjey í deildini við 30 stigum. Hillerød er tvey stig aftanfyri Hobro og Kolding. Um Hillerød skal røkka ovara endaspælinum mugu teir enda á sætta plássinum aftaná lokið grundspæl.
Leygardagin 16. mars klokkan 12 bíðar stór uppgáva hjá Hillerød. Tá kemur nevnliga gamla stórliðið, AaB úr Aalborg á vitjan.