Adrian og Daniel við í málleysum javnleiki hjá Hillerød

Hillerød mátti taka til takkar við einum stigi í kvøld

Annan dystin á rað leikti føroyingaliðið í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, Hillerød javnleik 0-0.

 

Í kvøld var talan um málleysan javnleik á útivølli móti B93.

 

Adrian Justinussen leikti allan dystin, meðan Daniel Johansen kom á vøllin í 76. minutti.

 

Hillerød er nummar seks í deildini við níggju stigum fyri sjey dystir. OB er langt fremst við fullum stigatali, 18 stigum fyri seks dystir.

 

Komandi fríggjakvøld klokkan 18 hevur Hillerød heimadyst móti Kolding.