Adrian Justinussen var á vøllinum í fyrra hálvleiki, tá hann og liðfelagarnir í Hillerød í einum venjingardysti fyrr í dag vunnu 3-2 á gamla føroyingaliðnum, Fremad Amager á útivølli.
Í steðginum var Hillerød á odda 2-1.
Adrian legði upp til eitt mál, og fyrrverandi leikarin hjá B36 og HB, Sebastian Pingel skoraði fyri Hillerød.
Komandi týsdag spælir Hillerød aftur ein venjingardyst á útivølli. Hesaferð móti Ishøj, ið spælir í fjórðbestu donsku fótbóltsdeildini.