Adrian legði aftur upp til mál

Hillerød spældi málríkan javnleik móti Hellerup

Adrian Justinussen og liðfelagarnir í Hillerød, ið spælir í næstbestu donsku fótbóltsdeildini halda fram við at fyrireika seg til kappingina í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, ið verður tikin upp aftur 23. februar.

 

Hillerød spældi í dag venjingardyst á útivølli móti Hellerup, ið spælir í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Dysturin endaði við javnleiki 3-3. 

 

Adrian legði upp til fyrra málið Markus Bay skoraði til 1-0 til Hellerup, tá 14 minuttir vóru leiktir av dystinum. Átta minuttir seinni økti Markus Bay til 2-0, men undan steðginum skoraði heimaliðið tvær ferðir, og Hellerup legði seg á odda 3-2 tá 64 minuttir vóru leiktir. Marco Bruhn javnaði til 3-3 fyri Hillerød í 87. minutti..

 

Adrian var á vøllinum teir fyrstu 60 minuttirnar av dystinum. 

 

Komandi týsdag spælir Hillerød venjingardyst á útivølli móti Ishøj.