Adrian er aftur í AC Horsens

Nógv bendir á, at Jens Berthel Askou ætlar sær Adrian Justinussen til komandi kappingarár

Mynd: (AC Horsens)

Adrian Justinussen er í hesum døgum til royndarvenjing í AC Horsens á øðrum sinni. Nógv bendir á, at Jens Berthel Askou ætlar sær Adrian Justinussen til komandi kappingarár. HB hevur meldað út, at felagið ikki vil standa í vegin.

 

AC Horsens skrivar á heimasíðuni í dag, at Adrian Justinussen er ein av tveimum spælarum, ið skulu venja við vanliga hópinum komandi tíðina. Venjari hjá AC Horsens er fyrrverandi venjarin hjá Adriani Justinussen í HB, Jens Berthel Askou.

 

Fyri kortum vóru fýra spælarar hjá HB til royndarvenjing í AC Horsens. Umframt Adrian Justinussen, so vóru Daniel Johansen, Mads B. Mikkelsen og Dan í Soylu eisini ein túr í Horsens. Tá boðaði HB frá, at hetta var í semju við HB, sum ikki vil standa í vegin, um spælarar hjá teimum vilja royna eydnuna uttanlands.

 

Mynd: (AC Horsens)