Teir eru lættir og fegnir í HB leguni í Gundadali. Í góðveðrinum í dag vann HB 1-0 ímóti EB/Streymi. Einasta málið skoraði Adrian Justinussen, tá ið ein hálvur tími var farin. Við frísparki av brotsteigarmarkinum sendi hann bóltin upp í málhornið.
HB var leikliga greitt omaná, men tað eydnaðist ikki at vinna úrtøku úr góðum møguleikum. Pætur J. Petersen stútaði fyri opnum máli upp um málið, og René S. Joensen og Øssur Dalbúð høvdu eisini góðar royndir.
At tað ikki eydnaðist HB at økja um leiðsluna bar við sær, at EB/Streymur tevjaði møguleikan fyri at vinna stig. HB liðið var týðuliga skelkað, tá ið Tóki H. Johannesen varð púra leysur innfyri verjuna, men Teitur Matras Gestsson stórbjargaði.
Fram ímóti dystarenda misti EB/Streymur liðformannin, tí dómarin metti, at taklingin av Pæturi J. Petersen, sum var á veg í gjøgnumbrot, var til útvísing.











