Áðrenn Elvis aftur á skránna

“Áðrenn Elvis” kemur aftur í útvarpið hjá Kringvarpinum, hóast navnið møguliga verður eitt annað verður andin tann sami, sigur verturin.

Sendingin “Áðrenn Elvis” hjá Meinhardi Jensen, var ein av teimum, ið vóru tiknar av skránni, tá Kringvarpið seint í 2012 gjørdi bráfeings sparingar.

Tá nakrar av sendingunum komu aftur á skrá var “Áðrenn Elvis” ikki ein av teimum. Men verturin hevur støðugt hildið Facebooksíðuna hjá sendingini við líka, og við at deila tónleik, ið hevði hóskað til sendingina, hevur hann hildið “Áðrenn Elvis” livandi á alnetinum.

Meinhard Jensen framførdi enntá, sum DJ við “Áðrenn Elvis” á ársins G!Festivali.

Í dag boðar Meinhard Jensen, at sendingin komandi tveir mánaðirnar aftur verður á skránni í útvarpinum. Væntandi verður tað undir øðrum navni, men andin verður tann sami, skrivar hann á Facebooksíðuni hjá Sendingini.