Adolf skuldi fara við Hans Hedtoft

Heldur 85 ára dag og diamantbrúdleyp: Hann skuldi fara við Hans Hedtoft, sum sakk við Kappan við mann og mús á fyrstu ferðini, og sum fekk eyknevnið grønlendski Titanic.

 

Í dag, leygardag 29. Juni, heldur Adolf Ryggshamar í Vági, sín 85 ára føðingardag, samstundis sum hann og konan Saloma halda diamantbrúdleyp.

Men alt kundi verið so nógv øðrvísi.

Ein  avgerð, tikin í eini handavending, er orsøk til, at Adolf er á lívi og kann halda stóra dagin.

 

Skuldi við Hans Hedtoft

Tá Adolf Ryggshamar var 16 ár, sigldi hann við M/S Dronning Alexandrine. Adolf var annar kokkur.

- Har mátti ein byrja, um ein t.d. skuldi gera sær vónir um at gerast hovmeistari. Men hovmeistarin, ein dani, ið var giftur føroyski konu, ætlaði sær við Hans Hedtoft, og hann vildi fegin hava meg við sær, greiðir Adolf frá.

- Eg fór so til stýrimannin, ein vágamann, at siga upp. Men hann helt sera lítið um hetta, og helt til kokkin at spyrja hann, hví Adolf nú skuldi av skipinum. Kokkurin visti tó onki annað at svara, enn at eg lærdi ikki nógv meira har umborð, sigur Adlof Ryggshamar.

Men so tók Adolf eina avgerð á staðnum.

- Men eg steðgaði prátinum teirra millum, og segði, at eg fór ongan veg, men helt fram umborð á Dronningini, sigur Adolf.

Og ikki sørt at tað kennist á honum, at hann er fegin um hesa avgerðina, sum hann sum unglingi tók, tí annars hevði hann ikki nátt so høgan aldur, sum nú hann rundar 85 ár.

 

Við mann og mús

Hans Hedtoft fór til Grønlands. Skipið var nýtt, hevði dupultan botn, og fekk hetta fólk at siga, at tað kundi ikki søkka. Hetta minti um søguna um Titanic, og Hans Hedtoft varð eisini róptur grønlendski Titanic.

Á heimferðini úr Grønlandi kom Hans Hedtoft í illveður á Kappanum, og spurdist ikki aftur. Fórst við mann og mús. So gott sum onki spurdist aftur av skipinum. Bert ein bjargingarringur rak seinni á land í Íslandi.

- Eg havi seinni verið í ódnarveðri við Kappan, á somu leið, sum Hans Hedtoft sakk, sigur Adolf Ryggshamar djúphugsin.

Á sjónum alt lívið

Tað eru mangar hendingar, sum Adolf trívur í, eftir eitt langt lív. Eitt langt lív, har hann fyri stóran part hevur verið á sjónum.

Ein hending, sum Adlof tó líka letur okkum fáa við, er henda:

- Dronning Alexandrine sigldi millum Keypmannahavn, Føroyar og Ísland. Einaferð sigldu vit eitt ferðalag úr Íslandi til Keypmannahavnar. Eini 200 fólk, helvtin menn og hin helvtin kvinnur. Íslendarar høvdu ikki allir stóra virðing fyri amerikumonnum, sum jú eisini vóru í Keflavík. Hetta ferðalagið skuldi á kommunistastevnu í Bukarest. Tá tey komu heimaftur, vóru tey meira tigandi, og eg fregnaðist, hví so var. Tey høvdu upplivað, hvussu vánaligum korum fólkið har livdi undir, og Stalin hevði gjørt av við teir hægstu leiðararnar. Eftir hetta høvdu tey størri virðing fyri amerikumonnum, sigur Adolf Ryggshamar.

Í dag heldur hann sín 85 ára føðingardag og samstundis halda Adolf og konan, Saloma, diamantbrúdleyp. Tey eiga 3 børn, og abba og ommubørnini eru 8 í tali, og familjan kemur til Vágs at halda dagin saman við teimum.

 

 

FAKTA

M/S Hans Hedtoft

Sjósettur 17. Desember 1958

Sakk 30. Januar 1959

Skipið varð bygt til sigling í farvatni við ísi. Hevði dupultan botn, men ikki dupultan skrokk, men styrkt stevni.

30. januar í 1959 kl 13.59 fekk veðurstøðin í Prins Christians Sund boð frá skipinum um, at tað hevði siglt á eitt ísfjall sunnanfyri Kappan. Kl.17.41 komu boð frá Hans Hedtoft: vit søkka spakuliga.

Meira hoyrdist ikki frá skipinum. Hóast leiting, varð onki funnið. Ongin av teimum 95 fólkunum umborð. Og onki av skipinum, ið m.a. hevði umborð kirkjubøkur úr øllum sóknum í Grønlandi. Níggju mánaðir seinni rak tó ein bjargingarringur av Hans Hedtoft á land í Íslandi.

Hesin sæst í dag í Frelsens Kirke í Qaqortoq.