Adieux Paris - et sans regrets Bonjours les Féroé

Í sambandi við, at tað í dag eru 25 ár síðani, at franski listarmaðurin, Philippe Carré, vitjaði í Føroyum, hevur hann skrivað hesa takkarkvøðu

23. mai 1975. Tað er í dag, og kortini eru tað 25 ár síðani. Kenslur seta síni spor í minni, og tá ein kensla er so mikið sterk, setur minnið hesa kensluna næstan óbroytta inn í nútíðina.

Hetta var mín 1. flogferð, - úr Kirkwall til Vágarnar. Úr einum óendaligum azurbláum himmali setti flogfarið seg í einum mánakendum gosopi. Luftin møtti ferðamanninum tey fyrstu fetini oman trappurnar við einum heilt óvantaðum frískleika.

Tá eg kom higar 1. ferð, hevði eg ongantíð ímyndað mær nakað tílíkt, so nær í kilometrum, og kortini so fjart, so ørvísi, at tað næstan kom sum ein skelkur.

Tá blaðfólk nú bart út spyrja okkum ferðandi, ið ikki fóru avstað aftur, hvat er so áhugavert her, standa vit næstan málleys, tí listin av sereyðkennum av tí føroyska unisversinum er so langur og so ørvísi, at tú at enda stendur og reksar upp tugdar hugmyndir uttan týdning. Tá tú lítur aftur um bak, spyrt tú teg, hvørjum hesin gandurin stendst av. Hvussu skalt tú tosa um hetta, endurgeva tað og framvegis vera trúgvur móti "gandinum".

Tað er hetta sum er arbeiði hjá teknaranum, rithøvundanum, endurskaparanum. Landið er eitt eindømi við eini styrki, tú ikki ímyndar tær. Náttúran sjálv er listarverkið. Tað kennist átrokandi at endurskapa staðið við eini styrki, ið svarar til staðið sjálvt, so tú kanst royna at fáa onnur at kenna tað sama, sum tú hevur kent.

23. mai 1975. Í sjey dagar skein sólin brennandi heit av hesum azurbláa Miðarahavshimmalinum, og hvørt mannsbarn var úti og neyt hetta hálvgun fatamorgana, har tann kvalandi skuggin, ið vanliga fylgir við slíkum veðrið, var skiftur um við fríska, angandi, krystallklára luft.

1. juni: Kavarok! Nýligani minstist eisini ein útvarpsmaður aftur á hesa meterologisku serhendingina, ið, um ikki skelkaði ferðamannin, so í hvussu so er setti síni djúpu spor í uppfatan hansara av hesum nýggja landinum.

Ferðamaðurin var blindaður av øllum hesum nýggja, ið ikki bara kundi síggjast og kennast, men sum eisini varð ríkað av fjálgari menniskansligari nærveru. Jógvan, Marjun, Kristian, Edward, Jan, Jens, Uni, Conny og hini tendraðu ein vinarligan, bróðurligan loga, sum ikki slóknaði aftur. Vit vóru 20 ár, og í hesi longu ljósu ikki-náttini tyktist dimmalættingin uttan enda. Hetta sunnanfyri so heilt ókenda fyribrigdi skapti eldhuga, lat upp eina nýggja dimensión, tað var ikki neyðugt at fara til songar, dagurin var jú óendaligur. Í cowboyklæðum livdu vit sum mitt í einum western, har tuflurnar hjá gentum og dreingjum trampaði dustið upp uttan fyri Zanzibar.

Oyggjarnar hava ein slíka atdráttarmegi, at ert tú fyrst komin higar eina ferð, so kemur tú aftur ár um ár, steðgar ein mánað, so tveir, seinni eitt hálvt ár, so eitt, og at enda búsetur tú teg og heldur á at læra landið at kenna. Tá tú so við og við fært tann lykilin, sum málið er, letur aftur ein nýggjur heimur seg upp fyri tær, tann innari heimurin. Áður var tað meira tann fysiski veruleikin, sum bergtók teg. Ikki fyrr enn tá skilur ferðamaðurin rættiliga samleikan her. Føroyska málið hevur sama skap sum fjallagreinin, vindurin, regnið og ljósið.

Tað var fotograferingin, sum hevði mín stóra áhuga, men kortini tyktist tað mær ikki møguligt at vísa, endurgeva, sublimera tað føroyska rúmið. Og her var tað, at eg byrjaði at arbeiða við kliptum pappírspettum, eggjaður av arbeiðinum hjá William Heinesen. Tann føroyska dimensiónin er so mikið serlig, at tað krevur áralangt rannsóknararbeiði at vísa hetta og deila tað við onnur. Listarmaðurin roynir at endurgeva og víðarigeva gleðina og undranina, sum ferðamaðurin hevur av oyggjunum.

Eg vil nýta hetta høvi at bera ein stóra tøkk til øll tykkum sum við tykkara vinsemi, stórtøkni og áhuga hava stuðlað mær í mínum arbeiði og hava loyvt mær at halda á at realisera hendan dreymin um at avmynda Føroyar, - býir og bygdir.

Í dag tann 23. mai kl. 17 í samband við 25 ára dagin spælir Kári Sverrison í Smiðjuni í Lítluvík, og øll eru hjartaliga vælkomin. Framsýningin "Á bygd" heldur á til 24. mai kl 20.


Philippe Carré