Danskir miðlar vita í dag at siga, at Adele ætlar sær á ferð, og at leiðin eisini gongur til Danmarkar, har tvær konsertir eru á skránni.
Hon vitjar í Forum, Keypmannahavn, tann 3. mai 2016 og Boxen í Herning tann 4. mai.
Adele kom av álvara fram fyri fáum árum síðani, men so hevur verið kvirt í eini 3 - 4 ár. men nú hevur sangkvinnan aftur latið nýtt tilfar frá sær, og er móttøkan sera góð.