Fyri góðum fimm árum síðani fekk Adele gjøgnumbrot við sanginum ”Chasing Pavements”, og síðani hevur hon verið millum bestu umtóktu nøvn í altjóða popptónleiki. Hitt sum ”Someone Like You” og ”Rolling In The Deep” hava slóðað fyri hennara yrkisleið.
Útgávan ”21” seldi nógv vanlig eintøk, og bæði í 2011 og 2012 var hon í topp á listum hjá Billboard. Tað hevur eingin onnur útgáva áður megnað.
Nú hevur ”21” sett nýtt met fyri digitala sølu. Útgávan hjá Adele er tann fyrsta útgávan, sum hevur selt tríggjar milliónir digital eintøk.
Tað skrivar amerikanski tónleikamiðilin Rolling Stone, ið hevur fingið tøl frá Soundscan.
Hvílt røddina
Síðani seinastu útgávuna frá 2011 hevur Adele sungið James Bond sangin ”Skylfall”, sum hevur verið stórt altjóða hitt, men hon hevur í eina tíð hildið frí frá tónleikinum.
Hon er blivin mamma, og harafturat hevur hon fingið skurðviðgerð, í stemmubondini og hevur tí verið noydd at hvíla sína stóru – men strongdu – rødd.
Sambært Rolling Stones er Adele farin í holt við at framleiða tónleik, sum skal verða á einari nýggjaru útgávu, men tað er óvist, nær nýggjur tónleikur frá Adele verður almennur.