Adebayor tveittur av landsliðnum

Arsenal-framherjin Adebayor er settur av landsliðnum hjá Togo.

Orsøkin er, at áhaldandi stríð hevur verið millum landsliðsspælarar og leiðsluna í fótbóltssambandinum um bónus fyri, at landið kom við til HM-endaspælið í summar. Um vikuskiftið var Adebayor settur av landsliðnum saman við tveimum liðfeløgunum orsaka hetta stríð.