Adebayor rýmdi ikki

Álopsspælarin Emmanuel Adebayor sigur nú, at hann rýmdi ikki úr Arsenal fyri at forvinna meira pengar í Manchester City. Hann tívheldur um, at tað var venjarin hjá Arsenal, sum ikki vildi hava hann í felagnum longur, og sum tí seldi hann.
- Wenger kann ongantíð siga, at eg vildi sleppa frá Arsenal. Eg fór, tí hann vildi hava meg at fara. Men tað fer Wenger ongantíð at viðurkenna, sigur Adebayor við ESPN.