Teir báðir mótpolarnir í norðurírskum politikki, Gerry Adams og Ian Paisley, vórðu afturvaldir í dag. Tann 58 ára gamli Gerry Adams stillaði upp í vestara býarparti í Belfast, og longu seinnapartin bleiv staðfest, at hann var vorðin valdur.
Argasti mótstøðumaður hansara, tann 80 ára gamli Ian Paisley, stillaði upp í Norður-Antrim, og tað er greitt, at hann er eisi8ni afturvaldur.
Endaliga úrslitið av norðurírska valinum er ikki greitt enn.










