VB/Sumba hevur styrkt seg við tveimum serbiskum spælarum, men tá ið dysturin í Runavík endaði, spældi hvørgin teirra við.
Verjuspælarin Dimitrij Jankovic var als ikki við í dystinum, tí hann fekk reyða kortið frá dómaranum beint eftir leiklok í dystinum fyri einari viku síðani.
Miðvallarspælarin Acu Pandurevic spældi í Runavík, hóast hann var ivasamur orsaka av skaða. Tá ið hann hevði spælt í ein góðan hálvan tíma, noyddist hann at fara út við skaða.Í VB/Sumba lata tey væl at teimum báðum serbisku spælarunum, sum hava styrkt munandi um liðið, og har vóna tey, at báðir verða klárir at spæla, tá ið kappingin byrjar aftur fyrst í august.